Lions Suduroy



ForsíðaUm Lions SuðuroyLimirNevndirTiltøkTakkarlønHeiðurslønDiplomMelvin JonesLeyvuting og føðingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside læst højt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heiðursløn
Lions fingið heiðursløn..

>> Læs mere



Diplom
Lions fingið viðurkenning..

>> Læs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldið...

>> Læs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Læs mere



Lionsfundir lionsárið 2014/15
fundardagar.......

>> Læs mere



Klik her for besøge Nextwave

Vælkomin...

Hjartaliga vælkomin til heimasíðuna
hjá LIONS CLUB SUÐUROY. Við hesi
heimasíðu ynskja vit at siga frá, hvat
lions stendur fyri, og hvat tað er vit
gera.
Hevur tú spurningar ella eru upplýs-
ingar á hesi heimasíðu, sum tú ynskir
lýstar gjøllari, ert tú vælkomin at
skriva til LIONS CLUB SUÐUROY. 


Lions Club Suðuroy...

Stovningardagur:     14. Juni 1986
Altjóða klubbanr:     4014-046 168
Danskt klubbanr:     206
Móðurklubbi:            L C Klaksvík
Fylkið:                      106D
Økið:                         2 
Umráðið:                  4
Fundardagur:           1. ónsd. í hvørjum
                                 mánaða kl. 19:00
Fundarstaður:          Felagshúsið á Traðar-
                                 vegnum í Hovi.
Teldupostur:             
suduroy@lions.dk
Heimasíða:               www.suduroy.lions.dk
Heimasíðurøkil:        Bent Albinus

Vinarklubbar:
Lions Club Husavik, Ísland
Lions Club of Kathmandu -Gliese, Nepal 
Lions Club Zimmerberg, Sveis.

     
gixmo.dk


Felagshúsið á Traðarvegnum í Hovi.

 
Av hvørjum kemur
navnið LIONS?...
Liberty, Intelligence, Our Nations
Safety.
 

Hvat er LIONS?...
Hygg her 

Lions á YouTube...
trýst her


Les LION-blaðið DK...
trýst her

Les LION-blaðið USA...
trýst her

Lions Quarterly...
trýst her

Les DG-nýtt...
trýst her

Vælkomin til fylkið 106D...
trýst her


Vinaklubbi úr Nepal...

Lions Club Suðuroy er ein virkin klubbur.
Hetta hevur ein nepalskur lionsklubbur
umvegis okkara heimasíðu lagt til merk-
is. Talan er um Lions Club of Kathmandu 
-Gliese.
Eftir áheitan frá nepalska klubbanum,
hevur Lions Club Suðuroy samtykt, at
gerast vinarklubbi við Lions Club of
Kathmandu - Gliese.
Neyðuga vinarklubbaskjalið bleiv undir-
skrivað av presidentunum báðum, ávika-
vist Óli Holm fyri Lions Club Suðuroy og
Sanjib Dahal fyri Lions Club of Kathman-
du - Gliese.
Spennandi verður nú at síggja, hvat fer
at spyrjast burturúr hesum vinarklubba-
samstarvi.


Her sæst Óli Holm, presidentur
fyri Lions Club Suðuroy undir-
skriva vinarklubbaskjalið.



Hetta er undirskrivaða vinarklubba-
skjalið.



Vinaklubbi úr Íslandi...

Á hugnaligari samkomu á Seglloftinum
á Tvøroyri, leygarkvøldið 7. mai 2011,
bleiv vinarklubbaskjalið millum Lions
Club Husavik og Lions Club Suðuroy
undirskrivað.
Tað vóru presidentarnir báðir ávika-
vist Birgir Thordarson fyri Lions Club
Husavik og Óli Holm fyri Lions Club
Suðuroy, sum undirskrivaðu skjalið
.


Vinasambandið verður staðfest.

Vinaklubbi úr Sveis...

Á lítlari samkomu í Stóra Pakkhúsi 11.
septembur 2012 kl. 19:00 fekk Lions
Club Suðuroy enn ein vinaklubba.
Hesaferð er talan um sveisiska Lions
Club Zimmerberg úr Zurich.
Tað vóru presidentarnir báðir ávika-
vist okkara Martin í Nesi og sveisarin
Albert Stahli fyri Lions Club Zimmer-
berg, sum undirskrivaðu vinaskjal.

  
Presidentarnir staðfesta vinasambandið.


Hjálp til Haiti...

Føroysku lionsklubbarnir hava samtykt,
at lata kr. 25.000,00 í hjálp til tey neyð-
støddu á Haiti.
Pengurin verður latin umvegis Reyða
Kross í Føroyum.
Brúk er fyri nógvari hjálp, fyri at fólkið
skal fáa tak yvir høvdið, heilivág o.l.

 

L. C. Suðuroy 25 ár...

Tann 14. juni 2011 fylti Lions
Club Suðuroy 25 ár.
Nógv bleiv gjørt burturúr
føðingardegnum. M.a. hevur
klubburin verið bussrundferð
í oynni og givið peningagáv-
ur til góðgerandi endamál
í nærum hvørjari bygd í oynni.
Samanlagt bleiv handað kekkar
fyri kr. 250.000,00.
Meira um føðingardagin sæst
við at trýsta   
her.



Hans handar kekk í Lopra


Takkarløn 2012...

 Levi Niclasen takkarløn

Í samband við at Royn hevði jóla-
borðhald leygarkvøldið fekk Levi
Niclasen handaða takkarløn frá Lions
Club Suðuroy.

Hesaferð vóru teir í Lions so komnir
fram til at takkarlønin skuldi fara til
ein mann, sum gjøgnum árini hevur
latið nógv úr hondum. Hann hevur
yrkt til næstan hvørja veitslu, sum
hevur verið í Hvalba og onkur av
hansara yrkingum er eisini enda sum
landaplága.

Hann var við til at endurreisa Royn
og hann var við til at leggja lunnar
undir Roynhøllina, sum hevur verið
karmur um flestu tiltøkini í bygdini
síðan. Ja, hann hevur sum heild
verið ein ímynd av Hvalba í nógv ár.

Tá John Berg var liðugur við síni
vøkru orð, spældu hann sjálvur og
Henning Niclasen eina sirpu við
yrkingum eftir Levi. Her vóru m.a.
spæld Hamarsá, Tá á nátt, Snop-
prikkur er nú á odda og Vit á
skørðunum, alt løg sum vanliga
eru at hoyra til veitslur í Hvalba
og kring landið annars.

Eftir hetta fekk forsetin í Lions
CLub Suðuroy, Martin í Nesi, orðið
og hann handaði eisini Levi takkar-
lønina.

Tað var ein sera rørdur Levi Nicla-
sen, sum tók ímóti og takkaði fyri
henda stóra heiður.

 




 

 

 

Lions blaðið 2015...

Árliga lýsingarblaðið hjá Lions
verður borið í hvørt hús í hesi
vikuni.
Blaðið er á tremur við lýsingum og
áhugaverdum lesnaði.
Meira um Lionsblaðið 2015 sæst
H E R.


Lionsblaðið 2015 er útkomið.

 

Jóladekoratiónir...

Limir og makar í Lions Club Suðuroy
hava í ár gjørt stórar og vakrar
jóladekoratiónir, sum latnar
verða á Suðuroyar Sjúkrahús,
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, 
eldrasambýlini í Hvalba og í
Vági, Hamragarð, Eiðisgarð og sam-
býlið á Bárabakka.

Jóladekoratiónirnar frá Lions
Club Suðuroy eru ætlaðar teimum,
sum av ymiskum orsøkum
ikki eru heima við hús um jóltíðir,
og vil Lions Club Suðuroy við hesum
siga teimum, at hugsað verður um
tey á jólum, og ynskja teimum eini
gleðilig jól og eitt gott nýggjár.


Eisini í ár ynskir Lions Club Suðuroy
at minnast tey sjúku og gomlu.



Lions Jól 2015...

Jólakalendarin fyri 2015 er út-
komin. Størri og fleiri vinning-
ar enn nakrantíð.
Hetta er samstundis 7. útgávan.
Les meira um kalendaran  HER


Forsíðan á jólakalendaranum 2015.

Kalendarin 2016...

Suðuroyarkalendarin 2016 er út-
komin. Hetta er samstundis 19.
árgangur.
Ikki kann sigast annað enn, at
hann framvegis er sera vakur.
Verður at fáa til keyps í sølubúð-
unum næstu dagarnar.
Meira um Suðuroyarkalendaran
2015
HER


Suðuroyarkalendarin 2016

 


Stuðulshandan...

Lions Club Suðuroy hevur nú gjørt
av, at lata gamla, kenda træskip-
inum, Thorshavn, kr. 40.000,00 í
stuðuli.

Peningurin skal nýtast til ymsar
ábøtur, sum vóru neyðugar at
gera.

 

 

 

 


 

 

Ein flaggskrýddur M/S Thorshavn.


 

Stuðulsveitan...

Lions Club Suðuroy hevur latið
átakinum "Í menniskjum góður
tokki" ein stuðul uppá krónur
80.000,00. Hetta er samstundi á
4. sinni, at Lions Club Suðuroy
stuðlar "Í menniskjum góður
tokki".
Hetta er samstundis 100.
stuðulshandanin hjá Lions Club
Suðuroy síðan stovnanina í
1986.


Peningurin er eitt gott íkast til
átakið og fer at koma væl við
hjá familjum, sum hava tað
torført.
Lions Club Suðuroy hevur
savnað peningin inn, við at
selja jólakalendarar, sum sam-
stundis hava verið lutaseðlar
og tað var eitt tiltak, sum fekk
serstakliga góða undirtøku.

Lions Club Suðuroy vil í hesum
sambandi takka einstaklingum
og fyritøkum, sum keypt hava
jólakalendaran. Uttan dyggiligan
stuðul frá tykkum, hevði hetta
tiltak ikki verið møguligt
.


Lions Club Suðuroy hevur stuðlað
átakinum "Í menniskjum góður
tokki" á hvørjum ári.

 

Fløguútgáva...

Tann 1. oktobur 2013 kemur nýggja
fløgan hjá Lions Club Suðuroy á
marknaðin. Talan er um fløgu, sum
limir klubbans standa fyri bæði tá
talan er um sang og ljóðføri. 
Sangirnir eru allir yrktir/umsettir
av suðuroyingum.
Meira um fløguútgávuna
HER


Fløgan kallast "Ein sangløta saman
við Lions Club Suðuroy". 



Heiðursløn...

Martin og Annlis

Á samkomu í Hovi 22. maj 2013 fekk
Lions Club Suðuroy handa heiðursløn
frá "Í menniskjum góður tokki". Her
sæst Martin í Nesi, lionsforseti fáa
glaseingilin handaðan frá Annlis
Bjarkhamar.


Les meir um hetta HER

Stuðilshandan...

Á lítlar samkomu á Suðuroyar
Sjúkrahús fríggjadagin 8. mars
2013, handaði Lions Club Suður-
oy, Suðuroyar Sjúkrahúsi ein
kekk upp á kr. 12.000,00, sum
er brúktur til at útvega sjúkra-
húsinum eina serliga framkomna
súkklu. Meir um hetta sæst  HER


Martin í Nesi, presidentur, royndar-
venur framkomnu súkluna.


Stuðulshandanir...

Á fundi í Hovi 3. oktobur 2012,
bleiv gáva frá vinaklubba okkara
í Húsavík
í Íslandi handa bjarging-
arfeløgunum í Suðuroynni
.

Meira um hetta trýst  HER 


Hans í Líðini handaði bjargingar-
feløgunum í oynni kekkar frá ís-
lendingum.




 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark